140x140

Navn og navnabroyting

Navn

Hvørt barn skal við dópi ella navnagávu fáa navn, áðrenn tað er 6 mánaðir gamalt.
Eingin skal hava fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og eitt eftirnavn, sbr. tó § 2, stk. 4. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum við bindistriku.
Foreldur ella tann, ið foreldramyndugleikan hevur, skal boða frá navninum hjá skrásetingarmyndugleikanum.

Navnabroyting

Navnabroytingar fara fram við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan ella við loyvi frá landsstýrismanninum.

Skrásetingarmyndugleikin

Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðurin býr, tá ið barnið verður borið í heim.

 Vilt tú vita meira um fólkayvirlitið, so ring tlf 358050 millum kl. 10 og 12, ella send okkum ein teldupost lfy@us.fo.

Navn og navnabroyting